Nýggjur Guðrun & Guðrun endurskinsvestur

Nýggjur Guðrun & Guðrun endurskinsvestur

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur saman við Guðrun & Guðrun og Tryggingarfelagnum Føroyum framleitt ein nýggjan endurskinsvest til ung og vaksin. Talan er um ein vest fyri lívið, sum verður til sølu kring alt landið í næstu viku.

Endurskinsvestur til vaksin
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur brúkt nógva orku og tilfeingi til at læra børn at ganga í endurskinsvesti í ferðsluni. Hetta hevur borið góðan ávøkstur. Harafturímóti eru tað enn nógv ung og vaksin at síggja í ferðsluni, ið antin renna ella ganga túr í myrkri uttan at nýta endurskinsvest ella líknandi endurskin, sum ger tey tryggari í ferðsluni. Ein orsøk til trupulleikan kann vera, at ung og vaksin hava lyndi til at halda, at slíkir vestar og endurskin annars eru ljót á at líta. Hetta kann tíverri hava við sær, at tey velja slík klæðir frá, áðrenn farið verður út í myrkrið, og av tí sama eru minni trygg á vegnum.

Genta_web

Guðrun & Guðrun sniðgeva
Ráðið fyri Ferðslutrygd metir tí, at hesin hugburður kann broytast við nýggja samstarvinum, ið Ferðslutrygd hevur fingið í lag við Guðrun & Guðrun og Tryggingarfelagið Føroyar. Fyritøkan Guðrun & Guðrun hevur seinastu árini prógva, at tey duga at framleiða klæðir, ið fólk ynskja at ganga í. Ráðið fyri Ferðslutrygd vónar, at hetta eisini verður galdandi við nýggja endurskinsvestunum, sum Guðrun & Guðrun hevur sniðgivið fyri Ferðslutrygd. Tryggingarfelagið Føroyar hevur í mong ár stuðlað arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og hetta er eisini galdandi í hesi verkætlanini. Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið vestarnar framleiddar, og stendur samstundis fyri herferðini, “Ein vestur fyri lívið”, saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Herferðin skal fáa fleiri ung og vaksin at ganga í endurskinsvesti ella øðrum endurskini.

Drongur_web

Ætlaður báðum kynum
Endurskinsvesturin hjá Guðrun & Guðrun fæst til keyps í øllum deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Eisini ber til at keypa vestin hjá Guðrun & Guðrun, Vero Moda, Brá, Trend Floor, Rokoko, Image, Sorella, Eldhús og Toystovuni í Vági. Kostnaðurin er 150 kr. Vesturin, sum er ætlaður báðum kynum, fæst í tveimum støddum. Lætti og slitsterki vesturin, ið fæst í svørtum ella gráum liti, kann eisini rullast saman og goymast inni í øðrum lummanum á vestinum. Soleiðis tekur hann minni pláss í m.a. tasku ella skuffu. Vesturin verður til keyps miðskeiðis í næstu viku.

Allar inntøkur fara óskerdar til børn í ferðsluni
Allar inntøkurnar frá Guðrun & Guðrun endurskinsvestunum fara óskerdar til at skapa tryggleika fyri børnum í ferðsluni. Hetta snýr seg serliga um undirvísingartilfar, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd fer at framleiða. Tilfarið snýr seg um at vera tryggur í ferðsluni, og er ætlað føroyskum barnagørðum og skúlum.

Sølvi R. Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, “at hann vónar, at Føroya fólk fara at taka væl ímóti nýggju endurskinsvestunum, og at vestarnir verður sjónligir í føroysku ferðsluni, nú myrki veturin nærkast.”

Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, sigur samstundis, “at hon fegnast um, at Tryggingarfelagið Føroyar saman við Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Guðrun & Guðrun hava gjørt hendan slóðbrótandi og serstaka føroyska endurskinsvestin til veruleika – ein vestur, ið fer at skapa størri tryggleika í ferðsluni.”

Guðrun Ludvig, kreativur stjóri í Guðrun & Guðrun, leggur til síðst afturat: “Tað hevur verið spennandi hjá mær og Guðrun at arbeiða við einari slíkari øðrvísi verkætlan. Vit vóna at føroyski brúkarin verður eins væl nøgdur við vestin, sum vit eru – og at talan veruliga verður um ein vest fyri lívið.”