Í hesum døgum verða gulir endurskinsvestar sendir út til øll børn, ið eru byrjaði í 1. flokki í ár. Tað eru Ráðið fyri Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar, ið aftur í ár eru saman um hesa verkætlanina
Endamálið er, at børnini gerast meiri sjónlig og harvið tryggari í dagligdegnum í ferðsluni.
Ein faldari við góðum ráðum verður latin saman við vestunum. Millum góðu ráðini eru:
1. Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum.
2. Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum tilber.
3. Lær tey altíð at steðga á og hyggja báðar vegir, áðrenn tey fara út á vegin.
4. Er gonguteigur, lær tey so altíð at brúka hann, tá tey skulu tvørtur um vegin.
5. Skulu tey tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott.
6. Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tey ikki síggjast væl.
7. Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um vegin heldur enn at.
Vónin hjá fyriskiparunum er, at foreldur taka væl móti vestunum og eggja børnum sínum til at nýta endurskin, tá tey ferðast úti hesa myrku árstíðina.