Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt ein nýggjan faldara við góðum ráðum um børn í bili.
Við Ferðslutrygdarætlanini og seinastu broytingunum í ferðslulógini er øktur dentur lagdur á trygdina hjá børnum, tá tey eru í bilinum.
Faldarin greiðir frá, hvussu børn í ymsum aldurbólkum eiga at vera fastspent, og hvar í bilinum tey eiga at sita. Eisini verður nomið við evni sum airbag, isofix og góðkenningar.
Stuðla framleiðsluni hevur Statoil Færøyene A/S.
bilstólarnar hava eitt “E” merkið á. Skal tað verða hægri enn “E3″ fyri at bilstólurin skal verða góðkendur ? og hvussu við bilstólinum frá COOP, eru teir ikki góðkendir at koyra við, sum nógv siga ??
Tvey tey fyrstu tølini undir/aftaná E-merkið skullu vera 03 ella 04. Loyvdu góðkenningarnar eita annars ECE R44-03 ella ECE44-04. Hetta eru ES-góðkenningar og skulu allir bilstólar, sum verða innfluttir til ella framleiddir í ES-londum lúka hesar treytirnar. So COOP og allir aðrir handlar hava bert loyvi at selja góðkendar stólar. Einastu ivamálini kunnu vera, um man keypir ein brúktan stól, sum er fleiri ára gamal. Tá er neyðugt at hyggja at góðkenningini.
Tað eru so nógv sløg av bilstólum á marknaðinum – í øllum prísklassum. Tað ber til at kanna á netinum fyrimunir og vansar við ymsu stólunum (t.d. her http://www.fdm.dk/nyheder/sikkerhed/er-dit-barn-sikret-test-af-autostole-2009). Størstan týdning hevur tað tó, at man finnur ein stól, ið eru lættur at festa ordiliga í bilinum.