Politiið framt grein 13 kanningar

Politiið framt grein 13 kanningar

Politiið framdi í døgunum 26. oktober til 8. november grein 13 kanningar kring landið. Endamálið við kanningunum var at fáa ferðandi at nýta bilbelti og kanna, um ljósini á bilunum vóru í lagi – hugt var eisini eftir, um bilurin annars var í lagi.

Samanlagt vórðu 2.349 bilar kannaðir í tíðarskeiðinum.

Tal av kanningum kring landið
Tórshavn 512
Norðoyggjar 533
Eysturoy 463
Vágar 342
Sandoy 70
Suðuroy 429

370 rapportir vórðu skrivaðar fyri m.a. hesi lógarbrot:

Lógarbrot
Ikki nýtt bilbelti 133
Ljósini ikki í lagi 126
Ikki koyrikortið hjá sær 75
Ov nógv ferð 23
Dekkini ikki í lagi 33

Samlaðu bøturnar vóru fyri kr. 231.400,-