Í hesum døgum fáa 1.000 føroyingar sendandi eitt spurnarblað frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hetta sama spurnarblað verður um dagarnar eisini sent út til 10.000 tilvildarliga vald fólk í Norðurlondum. Tað er Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið, NTR, ið er norðurlendski meginfelagsskapurin fyri ferðslutrygdarráð, ið hevur tikið stig til umfatandi kanningina. Líknandi kanningar hava áður verið gjørdar í Svøríki og Finlandi, men hesaferð eru Noreg, Danmark, Ísland og Føroyar eisini við. Kanningin er samstundis víðkað til at fevna um fleiri evni.
Á spurnarblaðnum skulu 55 spurningar svarast. Evnini í spurnarblaðnum eru fjølbroytt og fevna m.a. um ferð, rúsdrekka og koyring, trygdarbelti, fartelefon, møði, børn í ferðsluni, súkkluhjálmar, endurskin, frálæru og ferðavanar. Flestu spurningarnir eru skipaðið sum útsagnir, har tann, ið svarar, skal krossa av frá 1-5, hvussu samdur hann er við útsøgnini.
Allar upplýsingar, sum verða svaraðar í spurnarblaðnum, verða sammettar, uttan tilkýti til navn og bústað. Hetta ger, at tað er ikki gjørligt at síggja, hvat hvør einstakur hevur svarað.
Tá spurnarbløðini eru komin inn aftur, verða tey send til Svøríkis til skráseting og viðgerð. Umleið 1. mai er ætlanin at hava úrslitini tøk. Úrslitini fara at siga nakað um hugburðin til ferðslu í Norðurlondum.
Tað verður spennandi at síggja, hvussu føroysku ferðsluhugburðurin er í mun til hini norðurlondini. Fyri føroyska Ráðið fyri Ferðslutrygd er kanningin tó serliga spennandi, eftirsum hetta er fyrstu ferð, vit gera eina so umfatandi kanning av hugburðinum hjá føroya fólki til ferðslu. Tað er framsta uppgávan hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd at ávirka hugburðin hjá fólki rætta vegin, og tí verða úrslitini av kanningini eitt virðismikið støði undir arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd komandi árini.