Hósdagin 8. apríl hevði Ráðið fyri Ferðslutrygd ársfund á Hotel Føroyum. Eini 40 fólk vóru komin saman til fundin. Millum luttakararnar var Annika Olsen, landsstýriskvinna í ferðslutrygdarmálum.
Fyrrapartin var faklig skrá undir heitinum “Ungdómur og Ferðslutrygd”.
Sølvi Reinert Hansen legði fyri við nøkrum hugleiðingum um ungdóm í arbeiðinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Síðan legði Firouz Gaini fram eina frágreiðing við heitinum “Bilmentan – Ung, ferðsla og trygd”. Frágreiðingin varð skrivað í samstarvi millum Granskingarráðið og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Kanningin er vísindalig og óheft og kann vónandi gerast eitt støði undir arbeiðinum hjá Ferðslutrygd at fyribyrgja ferðsluvanlukkum millum ung. Frágreiðingin er at finna her (4,31 mb pdf).
At enda greiddi Jón Kragesteen frá arbeiðinum hjá Ferðslutrygd við at skipa fyri undirvísing í ferðslutrygd fyri næmingum í 8. flokki. Greitt varð frá, hvussu undirvísingin er skipað, og hvussu royndirnar hava verið við henni.
Sjálvur ársfundurin var seinnapartin. Nevndarformaðurin, Kári Thorsteinsson, og stjórin, Sølvi Reinert Hansen, greiddu frá virkseminum hjá Ferðslutrygd seinasta árið og ætlanunum fyri komandi árið.
Eisini varð nomið við Ferðslutrygdarætlanina, og hvussu tað gongst við at fremja hana. Kári Thorsteinsson legði fram eitt yvirlit, ið vísti, at gongd var í stórum pørtum av tilmælunum. Yvirlitið varð stuðlað av framløgum frá onkrum av pørtunum, ið varða av ætlanini.
Síðan var nevndarval á skránni. Tríggir av nevndarlimunum, Finnleif Durhuus, Hervør Hergudóttir og Petur Elias Petersen, høvdu boðað frá, at tey ikki tóku við afturvali. Í teirra stað vórðu Súsanna Andreassen (Føroya Kommunufelag), Páll Poulsen (Føroya Lærarafelag) og Eiler Fagraklett (Tryggingarfelagið Føroyar) vald. Til varalimir vórðu Tórunn S. Miðberg (Akstovan), Mikkel Heide Frandsen (Landsverk) og Ingmar Hammer (Politiið) vald.



