Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni verður sunnudagin 4. juli.
Dagurin verður hildin við at blómur verða lagdar út á støðini, har fólk hava latið lív í ferðsluvanlukkum kring landið. Tað er stigtakarin til minningardagin, Ingi Gunnarsson, við hjálp frá limum í áhugafelagnum Føroya Ellisakførum og fólki kring landið, sum leggja blómurnar út.
Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2000 við undantak av í fjør.
Siðvenja hevur verið, at kirkjur og samkomur í tøgn minnast tey deyðu í ferðsluni hendan dagin. Eisini hevur verið tøgn í ein minutt áðrenn fótbóltsdystirnir í bestu fótbóltsdeildini byrja hendan dagin, men sunnudagin 4. juli er bert ein dystur í Vodafone deildini.
Síðan fyrstu ferðsluvanlukkuna á Varmakeldueiði í Eysturoy í 1928 eru eini 270 fólk deyð í ferðsluni á føroysku vegunum.