Átøk

Bilbelti átak juni 2008
“Tey vaksnu minnast onkuntíð bara at spenna sítt egna trygdarbelti, men gloyma mítt.”

Støði:
Sambært ferðslutrygdarætlanini skal Ráðið fyri Ferðslutrygd millum annað eggja fólki til at nýta bilbelti. 1. januar 2008 kom klippikortsskipanin at virka. Per 5. mai 2008 eru heili 31 av 88 klippum í koyrikortið givin fyri, at børn ikki eru spent í røttu trygdarútgerðina í bili.

Endamál:
At minna vaksnar bilførarar á, at tað er teirra ábyrgd, at børn eru spent í trygdarbelti.

Høvuðsboðskapur:
Tað er ikki nóg mikið, at vit vaksnu spenna trygdarbeltið. Gloymið ikki børnini!

Málbólkur:
Allir bilførarar, tó serliga tey, ið koyra við børnum í bilinum.

Samstarvsfelagi:
Tryggingarfelagið Føroyar 

Tilfar
Grein á heimasíðuni um givin klipp 2. juni 2008
Grein á heimasíðuni um givin klipp 11. mars 2008
Góð ráð um børn í bili 6. januar 2008
Heimasíðan klippikort.fo
Blaðlýsing (834 kb pdf)
Ljóðlýsing 1 (3,26 mb wav)
Ljóðlýsing 2 (3,18 mb wav)