Skúlabørn

Nú skúlarnir byrja aftur, vil Ráðið fyri Ferðslutrygd heita á bilførarar at vísa serligt varsemi í ferðsluni.

Eini 700 børn skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni.

Góð ráð til foreldrini
1) Venji skúlavegin við barninum, bæði áðrenn og aftaná tey eru byrjaðið í skúlanum.
2) Vel tryggasta vegin í skúla heldur enn skjótasta.
3) Gev barninum fáar og einfaldar reglur fyri at ferðast í ferðsluni.
4) Er gongubreyt, skulu børnini ganga har og ikki á vegnum. Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum til ber.
5) Lær barnið at fara tvørtur um vegin bæði við og uttan ferðsluljós. Skulu tey tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott báðar vegir. Lær tey ikki at fara út á vegin, fyrr enn tey hava hugt báðar vegir, og tey er vís í, at eingin bilur kemur.  Er gonguteigur, lær tey so altíð at fara eftir honum, tá tey skulu tvørtur um vegin. Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella onnur støð, har tey ikki síggjast beinanvegin. Lær tey ikki at renna tvørtur um vegin. Bið tey heldur ganga kvikliga.
6) Gerið barnið sjónligt í myrkri við endurskinum á skúlatasku og klæðum.
7) Lær barnið um týdningin við at nýta súkkluhjálm – og ver tú sjálv/-ur ein góð fyrimynd.
8) Spennið altíð tykkara barn og tykkum sjálvi í trygdarbelti.
9) Vís fyrilit fyri øðrum í ferðsluni kring skúlan.
10) Gerið eftir ásetingunum hjá skúlanum um ferðslu kring skúlan.