Endurskin

Endurskin til greinTað hevur stóran týdning, at tú nýtir endurskin, tá tú ferðast í ferðsluni í myrkri. Hetta hevur serliga týdning um veturin, tá myrkt er stóran part av døgninum. Nýt tí endurskin á klæðunum ella taskuni.

Endurskin eru at fáa í nógvum ymiskum sniðum (t.d. leyst hangandi, endurskinsvestar ella bond at festa um armar og bein.)

Endurskin eiga at verða viðlíkahildin við vaski av og á. Men eftir eini tvey ára nýtslu, eiga tey at verða endurnýggjaði. Tá eru tey farin at slítast og virka tí verri.

Hvar skulu endurskinini sita?
Endurskinini skulu sita so lágt sum gjørligt, so at billyktirnar raka tey. Tey eiga at vera sjónlig frá øllum síðum. Ansa eftir, at taskur, turriklæði v.m. ikki koma fyri endurskinini. Tað er eitt gott hugskot eisini at seta endurskin á skógvar, taskur, barnavognar og hundin.

Leys endurskin
Leyst endurskin skal hanga í einum bandi, so tað sveiggjar frítt aftur og fram, tá tú gongur ella rennur. Tað er best at hava eitt endurskin hangandi á hvørjari síðu. Tú kanst t.d. festa tey í jakkalumman, men ansa eftir, at tey ikki seta seg føst í jakkan og tí ikki síggjast.

Endurskin á buksunum
Endurskin á buksunum eru ein góð loysn, tí tey eru sjónligari enn leys endurskin, sum hanga á klæðunum. Leys endurskin kunnu festa seg í jakkan ella sveiggja, so bilførararnir ikki síggja tey alla tíðina. Á buksurnar ber til at seyma endurskinsbond ella at nýta endurskin, sum verða spent um beinini. Tað hevur stóran týdning, at hesi síggjast úr øllum ættum.

Endurskinsvestar
Endurskinsvestar eru eisini ein góð loysn. Børn eru í lyktahædd, og tí síggjast tey væl, um tey eru í einum endurskinsvesti. Men eisini hjá vaksnum eru vestarnir hentir. Tað er ein góður siður at lata seg í ein endurskinsvest útyvir klæðini, tá farið verður ein gongu- ella rennitúr.

Ferðslutrygd hevur seinastu árini saman við Tryggingarfelagnum Føroyum latið øllum næmingum í fyrsta flokki ein endurskinsvest um heystið.