Tak faldaran “Børn í bilinum” niður her (1 mb pdf)
TAÐ SIGUR LÓGIN: Øll í bilinum skulu vera fastspent.
Ábyrgd førarans: Tað er ábyrgd førarans, at ferðandi undir 15 ár eru fastspent við rættari útgerð.
Børn undir 135 cm skulu vera fastspent í góðkendari trygdarútgerð, hóskandi til hædd og vekt. Tað kostar eitt klipp í koyrikortið, um ferðandi undir 15 ár ikki er íspentur, ella um
børn undir 135 cm. ikki eru fastspent í góðkendum trygdar- útbúnað, hóskandi til hædd og vekt.
TILRÁÐINGAR
Frá nýføðingi til uml. 1 ár: Pinkustólur.
Frá uml. 1 ár til 3-4 ár: Barnastólur.
Eitt sindur størri børn: Beltipúta, helst við ryggstuðli.
Tá barnið er 135-140 cm. til hæddar (uml. 8-9 ár), kann barnið aloftast nýta vanligu beltini í bilinum uttan beltipútu.
Vaksin: Tey vaksnu skulu sjálvsagt eisini spenna seg í beltini. Altíð.
BØRN OG AIRBAG
Airbag, luftbjølgurin, í bilinum er gjørdur til at verja vaksin. Svenskar og amerikanskar kanningar vísa, at einamest smá børn kunnu fáa
álvarsligt mein, kanska deyðamein, um tey sita frammanfyri luftbjølgi, sum gerst virkin.
Tá tú keypur nýggjan bil, skalt tú gera tær greitt í hvønn mun tú hevur tørv á at koyra við børnum. Kannað hvar luftbjølgarnir eru, og um teir kunnu gerst óvirknir ella takast úr bilinum.
Tilráðing um staðseting av børnum í bilum við airbag
Børn undir 140 cm: Børn í pinku- ella barnastóli, ið vendir aftureftir, mugu ongantíð setast við ein luftbjølg. Tað er bæði ólógligt og lívshættisligt! RFF mælir í høvuðsheitum til, at børn undir 140 cm. ikki sita við ein luftbjølg, líkamikið um stólurin vendir aftur ella fram, ella um tey sita á beltipútu. Smábørn skulu á
baksetrið, um lufbjølgurin ikki er gjørdur óvirkin ella tikin burtur.
Børn yvir 140 cm: Børn yvir 140 cm. kunnu sita framman, um tey kunnu nýta vanliga 3-punktbelti í bilinum uttan eykaútgerð. Minnist til at draga setrið heilt aftur, so fjarstøðan til luftbjølgin er sum mest.
Hurðabjølgar: Um bilur tín hevur luftbjølgar í hurðunum, skal barnið ikki sita ella hvíla høvdið móti hurðini. Rennur bilurin á, kann hurðabjølgurin skaða høvdið á barninum. Um barnið situr í vanligari framvendari støðu, so er luftbjølgurin í hurðunum meinaleysur.
At gera luftbjølgar óvirknar: Koyrir tú javnan við einum smábarni í bilinum, so kann tað vera ein fyrimunur at barnið situr á framsetrinum, undir liðini á tær. Men tá skal luftbjølgurin vera gjør¬dur óvirkin. Í nógvum bilum er møguligt sjálvur at gera luftbjølgin óvirknan við einum lykli. Bið sølumannin vísa tær, hvussu hetta verður gjørt, so vissa er fyri, at hetta verður gjørt á rættan hátt.
0-13 MÁNAÐIR
Vekt upp til 13 kg.
Pinkustólur
Ráðið mælir til, at tú velur ein pinkustól. Hesin kann brúkast lon¬gu, tá barnið er nýføðingur. Barnið situr íbundið, við ryggi móti ferð-sluni, og er tískil best tryggjað, um óhapp skuldi hent. Pinkustólurin verður settur á framsetrið (uttan luftbjølg!) ella á baksetrið.
Hvussu leingi í pinkustóli?
Fyrstu tveir mánaðirnar eigur barnið ikki at sita meira enn 30-45 minuttir um dagin í stólinum. Skulu tit koyra ein longri túr onkuntíð, kann barnið saktans nýta stólin uml. 2 tímar í senn – tað skaðar ikki ryggin.
Gev tær far um, um barninum tørvar at skifta støðu, er svangt ella skal skifta blæu. Tá er stund at halda ein steðg, og at taka barnið upp.
Minnist til, at pinkustólurin einans er til flutning í bilinum.
Nær skal eg skifta til barnastól?
Pinkustólurin kann nýtast til barnið er uml. 8-13 mánaðir – alt eftir hvussu barnið veksur. Tá høvdið á barninum kemur upp um stóla-rimina, ella farið er um vektmarkið, tá er pinkustólurin ov lítil.
SETIÐ ONGANTÍÐ SMÁBØRN FRAMMANFYRI EIN LUFTBJØLG!
Boxetta ella lyftnet
Tað eru tvær aðrar góðkendar loysnir til flutning av smábørnum í bili:
Boxettan er eitt slag av smábarna lyft við beltum, og lyftnet er til at spenna lyftina fasta. Hvørgin teirra er eins trygg og pinkustólurin, m.a. tí at barnið liggur tvørt um ferðslurætningin. Tí mælir Ráðið til einans at nýta hesar loysnir til børn við serligum tørvi, sum ger, at tey ikki kunnu nýta pinkustól. T.d. børn, sum eru fødd ov tíðliga. Tosa, við læknan ella heilsusystrina, um tú ivast.
Umráðandi er at vera hyggin, tá útgerðin skal spennast føst. Í boxettu ella lyftneti skal høvdið á barninum altíð venda móti miðuni á bilinum. Hevur tú lyftnet, skal lyftin fylgja krøvunum í nýtsluvegleiðingini um mát og annað.
Útgerð til tey smæstu børnini kann bara nýtast, til vektin er uml. 10-13 kg. Tí kann tað vera ein fyrimunur at leiga útgerðina, heldur enn at keypa.
9 MÁNAÐIR – 4 ÁR
Barnastólar – vekt 9-18 kg
Tá ið barn títt er vorðið ov stórt til pinkustólin, skal hann skiftast út við ein barnastól. Barnastólurin skal vera bakvendur ella framvendur á fram- ella baksetrinum í bilinum. Vit mæla til at seta stólin bakvendan, so leingi sum til ber (av royndum til barnið er uml. 3 ár), tí at tað er tann besta verjan. Í ferðsluvanlukkum er vandin fyri deyðskaðum á háls og nakka nógv minni, tá barnið situr við rygginum ímóti ferðsluni.
Bakvendur
Teir flestu bakvendu stólarnir verða spentir fastir í bilin við trípunktselum og tilhoyrandi eykaselum og stuðulsbeini (stuðulsbeinið skal nýtast, tá ið stólurin er á baksetrinum).
Ísetingin gevur stólinum eina góða javnvág, men ger tað eisini truplari at flyta stólin frá framsetri til baksetri ella úr bili í bil.
Minst til, at ein bakvendur stólur ongantíð má setast við ein luftbjølg.
Framvendur
Flestu framvendu stólar verða spen¬tir fastir í bilin við trípunktbeltum. Framvendir stólar kunnu nýtast eitt sindur longri enn bakvendir.
Minst til altíð at spenna beltini, so at bæði barn og stólur sita trygt og fast.
Um bilur tín er útgjørdur við Isofix-besløgum, mæla vit til, at tú nýtir ein Isofix-barnastól. Tað minkar um vandan fyri skeivari ísetan, serliga av bakvendum stólum.
YVIR 4 ÁR
Selapúta við baksmekku – vekt uml. 15.25 kg
Í 3 – 4 árs aldrinum er barn títt um at vaksa úr flestu barnastólum, men er enn ov lítið at nýta vanligu bilbeltini einsamalt.
Trupuleikin er, at skákbeltið um bringuna verður ov nær við hálsin, og at barnið ikki situr trygt á teimum vanligu bilsetrunum.
Skift tí barnastólin út við eina beltipútu, hon lyftir barn títt upp, so tað betri kann nýta bilbeltini. Beltipútan skal vera útgjørd við einum sonevndum beltistýri. Tað eru smáir armar sum stýra belti¬num tvørturum mjarnabeinini, sum best tola tey sterku árinini, sum henda í einari ferðsluvanlukku. Er beltið tvørturum búkin, er vandin fyri álvarsligum skaðum á innvølir.
Uttan baksmekku vil skákbeltið um bringuna alsamt vera ov nær við hálsin. Tá beltipútan er útgjørd við baksmekku, verður beltið stýrt ígjøgnum haldarar á baksmekkuni, so beltið situr rætt. Baksmekkan verjir eisini høvdið á barninum sum ein nakkastuðlari, og stuðlar væl síðurnar, tá ið barn títt svevur.
Tá barnið er 135 cm, kann tað nýta tey vanligu bilbeltini, uttan beltipútu. Men halt fram við at nýta beltipútuna, um tørvur er á tí.
HVAR Í BILINUM
1 Barn
Tann besti mátin, tá tit eru 2 vaksin í bilinum, er at seta barnið á bak- setrið saman við øðrum tykkara. So kann hin vaksni lættliga ansa eftir tí lítla, og sjaførurin kann konsen- trera seg um ferðsluna. Koyrir tú einsamøll/einsamallur við barni tínum, kanst tú eisini seta tað á framsetrið. So hevur tú gott samband við títt barn, meðan tú koyrir. Men minst til, um bilur tín hevur luftbjølg í passasersíðuni, skal hann antin gerast óvirkin ella skalt tú seta stólin á baksetrið.
1 pinkubarn og 1 barn
Ert tú einsamøll/einsamallur við børnunum í bilinum, er best at seta tað størra barnið á baksetrið og tað minna bakvent á framsetrið. Men um luftbjølgur er í passa-sersíðuni, skal tað minna eisini setast á bak- setrið.
1 pinkubarn og 2-3 børn
Í teimum flestu bilum er tað møguligt at seta tveir barnastólar á bak- setrið. Barnið á framsetrinum eigur at sita bakvent, um tað er gjørligt, og eingin luftbjølgur er.
MINST TIL: EIN BAKVENDUR STÓLUR MÁ ONGANTÍÐ SETAST VIÐ EIN LUFTBJØLG!
MINST TIL ALTÍÐ AT INNSTILLA BELTINI
Beltið í pinku- ella barnastólinum eigur at spennast júst so fast, at barnið ikki kennir seg illa. Tað merkir at tú kanst koyra eina flata hond inn ímillum barnið og beltið. Um beltið er ov leyst, fær barnið eitt eyka rykk í einari harðari bremsing ella samanstoyti. Tað er ein ógvusligur tilburður, ið kann enda við álvarsligum løstum. Í ringasta føri kann barnið vera í vanda fyri at detta úr stólinum.
Mjadnabeltir
Sjálvt um eitt trípunktsbelti er betri enn eit mjadnarbelti, so er eitt mjadnarbelti betri enn einki belti – og mjarnarbelti skal nýtast, um eitt fólk situr á plássinum. Vit mæla til, at plássið við mjadnarbelti verður brúkt til seinast, tvs. aftaná plássi við trípunktsbeltum. Er eitt barn í einum barnastóli, sum eftir nýtsluleibeiningini kann nýtast til mjarnarbelti, eigur barnið at nýta tað, so størri børn kunnu nýta trípunktsbeltini. Um størri børn verða sett í eitt mjadnarbelti, kunnu tey nýta eina beltipútu. Tey bæði “beltistýrini” í síðuni hjálpa til, at beltið situr, sum tað skal, tvørtur um mjødnina. Minst til, at mjarnarbeltið skal sita tvørturum mjødnina og ikki um búkin.
GÓÐKENNINGAR
Trygdarútgerð skal verða góðkend. Minst til, at ein og hvør góðkenning bara hevur virði, um tú nýtir út- gerðina eftir nýtsluleiðbeiningini. Fleiri kanningar hava víst, at ov nógvir stólar og beltir ikki eru rætt ísett Og tað gongur útyvir trygdina. Ein pinku- ella barnastólur skal spennast so fast, sum til ber, so hann ikki kann vikast, hvørki til síðuna ella aftur og fram. Nýt tína kropsvekt til at trýsta stólin niður við, tá tú spennir stólin fastan í bilin. Eftirspenn stólin hvørja viku.
E-GÓÐKENNINGIN ECE R44-03 OG ECE44-04 er ein Evropeisk góðkenning. “E”-ið kann eisini vera skrivað sum eitt lítið “e”. Tvey tey fyrstu tølini undir/aftaná E-merkið skullu vera 03 ella 04.
Altjóða kanningar av bilstólum
Hóast allir nýggir innfluttir bilstólur skulu hava ECE-góðkenning, kann stórur munur vera á dygd og prísi á ymsu stólunum. Fleiri stovnar eru, ið góðskukanna bilstólar. Kanningarúrslitini hjá teimum kunnu hjálpa tykkum at finna stólin, ið hóskar til tykkum. Dømi um slíkar stovnar eru:
Týski stovnurin ADAC
Danska FDM
ISOFIX
ISOFIX-SKIPANIN: Barnastólurin verður festur í Isofix-beslagið í bilinum. Isofix er ein serstøk skipan til fastspenning av barnastólum. Ístaðin fyri at spenna barnastólin fastan við beltunum í bilinum, eru tvey eygu svei- saði føst í bilin, og har verður Isofix-beslagið á stólinum fest í. Tað ger tað lætt og einfalt at festa serstakliga bakvendar stólar trygt og sleppa undan skeivari ísetan. Hevur bilur tín Isofix-beslag, tilmæla vit, at tú útvegar ein Isofix-stól. Gev gætur, at ein Isofix-stólur bara má nýtast í teimum bilmodellum, hann er góðkendur til, tí at skipanin enn ikki er vorðin algildug. Summir framvendir Isofix-stólar skulu festast við einum eyka topp-stroppi.
Á FERÐ VIÐ STOVNINUM
Tá børn skulu flytast í bilum, meðan tey eru í dagrøkt ella á stovni, galda somu reglur, sum tá koyrt verður í privatbilum. Summir stovnar hava kortini ikki ráð at keypa útgerð, og ein møguleiki er tí, at foreldrini sjálvi fáa útgerð til vega. Um so er, hygg so eftir útgerð, sum lætt kann flytast úr einum bili í annan – og læn tað til stovnin, tá barn títt skal á útferð.
Børn í bussi
Tann 1. oktober 1999 varð kravt, at nýskrásettir bussar (býbussar undan-tiknir) skuldu vera útgjørdir við trygdarbeltum á øllum plássum. Tað er ikki krav, at eldri bussar skulu hava beltir, men tað ber til at seta mjadnarbeltir í teir flestu av teimum. Ferðsluráðið mælir til at nýta bussar við beltum.
Tá ið umræður flutning av børn-um undir 3 ár, mæla vit til, at tey sita í útgerð, sum hóskar til teirra aldur og vekt, tvs. Í pinku- ella barnastóli. Er mjadnarbelti í bus¬sinum, má bara útgerð nýtast, sum er góðkend til mjadnarbelti.
Um tað ikki ber til at hava við barna-stólar ella beltipútur, eiga børnini at vera spent føst við belti.
Børn, ið hava fylt 3 ár, skulu vera spent føst við tí vanliga beltinum, sum er í bussinum.
Koyring í hýruvogni
Um stovnurin ella dagrøktin javnan nýtir hýruvogn, kann avtala gerast við eitt hýruvognsfelag um at hava tøkar barnastólar og beltipútur. Annars kunnu børnini hava við teirra egnu útgerð.
Tað er ikki skylda at fastspenna børn undir 3 ár, um útgerð ikki er, sum hóskar til barnsins vekt og al¬dur. Men hon skal nýtast, um hon er í hýruvogninum.
Børn yvir 3 ár skulu spennast fast við tí vanliga beltinum á bak-setrinum (ella serútgerð, um hon er til). Í einum hýruvogni má bara ein persónur sita á hvørjum plássi
5 LEIÐREGLUR
1. Nýt altið góðkenda trygdarútgerð, ið hóskar til hædd og vekt hjá barni tínum
2. Ansa eftir, at bæði stólur og barn eru spent føst rætt – fylg nýtslu-leiðbeiningini neyvt
3. Set barnið í bakvenda útgerð, so leingi sum til ber
4. Tak bil og barn við, tá ið tú keypir útgerð
5. Set ikki børn undir 140 cm útfyri ein luftbjølg Tað eru ongar umberingar fyri ikki at spenna barnið fast í bilinum. Mong av teimum børnum, sum doyggja í ferðsluni, høvdu verið á lívi, um tey sótu íbundin. Meira enn helvtin av teimum børn- um, sum koma til skaða, høvdu verið óskalað.
SPENN BARNIÐ OG TEG SJÁLVAN FAST Í BILIN.
Hey !
Eg kann ikki latað verað við at gerað viðmerking !
Var heima í summar og upplivdið at dagpleygu – mammur koyra við 2 ára gomlun børnun ( uttan barnastól ) onkur í sela um miðjuna og onnur leys í bilinun !!! Tá eg talaið at, var mær svara at tað er vanligt ( øll gera tað )
Kann tað verðuliga verað so ???
Eg orkið ikki at tonkja uppá fylgjurnar av hesun – vanligt trygdarbeltið er skjøtt at kvalast í – og leys børn havað ongan tjans !
Børnini vera har afturat vand upp við at trygdin ikki hevur týdning.
Hetta varð eitt hjartasuff !!!!!!!
Hey Jóna
Takk fyri viðmerkingina.
Vónandi fara nýggja klippikortsskipanin og upplýsing annars at hava ávirkan á okkum, so vit verja okkara smáu. Men tað mugu støðugt gerast átøk fyri at broyta hugburðin hjá okkum til hetta vandamál.
Flestu okkara seta okkum sjálvi í bilbelti, uttan at hugsa um tað – so tað er rættiliga langt úti, at vit ikki eisini hugsa um børnini.
Vinarliga
Sølvi
Eg haldi, tað er sera gott við frástøðupílunum, men eg skilji ikki hví teir skulu verða bláir?
Eg meini at pílarnir høvdu verði nógv sjónligari um teir vóru hvítir ella gulir.
Hey Kári
Eg skal kanna, hví teir júst eru bláir.
Vinarliga
Sølvi
Hey fáa so børn sum ikki ganga í barnagarð
ikki vestar?
Jú, øll sum onkursvegna eru knýtt at kommunalum ansingarskipanum, skuldu fingið. Annars ber til at venda sær beinleiðis til Ferðslutrygd, um man hevur børn í hasum aldursbólkinum, sum ikki hava fingið.
Eitt genialt projekt!! Sjálvandi kunnu ‘trygg klæði’ eisini gerast smart, og haldi at hatta er eitt framúr gott hugskot, sum tey eisini burdu tikið til sín her í Dk – ella kanska kundi hasin vesturin eisin verið til sølu í dk?
Hey Siri
Takk fyri. Ja, vit eru sera spent uppá hetta. Best var sjálvandi, um øll gingu í ljósum klæðum við endurskynum altíð – men tað er nokk ikki realistiskt. Tí hugsaðu vit um okkurt plagg, sum riggaði væl, samstundis sum tað hevði endurskin.
Haldi, at danska Ráðið fyri Ferðslutrygd arbeiðir saman við New Line um onkur renniklæðir við endurskini – men tað er ein annar marknaður.
Vónandi eydnast hetta væl. Alt tað besta frá Ferðslutrygd.
finnast tað nakrar myndir sum vísa sjálvan vestin betri? Kundi hugsa mær ein, men tað er ringt at taka eina avgerð um hann er nakað fyri meg ella um hann skal vera svartur ella gráur, út frá reklamumyndunum. Myndirnar tit hava her eru sera flottar, men kundi hugsa mær at sæð eina meira detaljeraða mynd, um tað er gjørligt:)
Viðvíkjandi lógarbroytingini frá í dag skriva tit bert um rúsdrekkakoyring. Eg leiti eftir nágreiniligari upplýsing um trygdarútgerð til børn, serliga hvør útgerð er góðkend, ella hvørja tit mæla til at keypa ella vraka og hví.
Sambært Tænk eru tað bert fáir barnastólar, ið lúka neyðugu krøvini til trygd. Er trygdin hjá okkara børnum og lógin møguliga hvør sítt, ella hvussu skal brúkarin fyrihalda seg?
Hey Maria
Tú kanst lesa nakað um børn í bilinum her http://www.ferdslutrygd.fo/?p=28
Góðkenningarnar, sum eru galdandi nú, eru ES-góðkenningarnar ECE R44-03 OG ECE44-04. “E”-ið kann eisini vera skrivað sum eitt lítið “e”. Tvey tey fyrstu tølini undir/aftaná E-merkið skullu vera 03 ella 04. Hetta eru minstukrøv, og øll útgerð, sum verður innflutt til Føroya, skal lúka hesar treytir.
Tað er rætt, at ymiskir stovnar og felagsskapir gera sínar egnu kanningar og viðmæla ávís sløg av útgerð fram um onnur. Og eru hesar kanningar góðar at hava við hondina, tá leitað verður eftir útgerð, hóast besta útgerðin kanska ikki altíð er at fáa í Føroyum.
Tað, ið eftir okkara tykki hevur einamestan týdning, tá útgerð til børn í bili verður keypt, er, at útgerðin hóskar til børnini og júst tann bilin, sum ein hevur, skilt á tann hátt, at vit sum foreldur kenna okkum trygg við, at útgerðin er rimmar føst, um vit skuldu komið í eitt ferðsluóhapp. Tað kann tí vera neyðugt at royna fleiri handlar, áðrenn ein finnur røttu útgerðina.
Fínar greyðir sum vit havnamenn siga. Men vælsignaðu fólk, hvat við ferðini sum jú er tann drepandi og mest álvarsligi trupuleikin í allari ferðslu, ja í øllum sum vit fyritaka okkum. Eg hoyri ongan taka ferðina uppá tungu. Í DK koyrir Ferðsluráðið við kampagnu har tey biðja fólk lækka við 10kmt.
Ikki tí eg tími væl at koyra skjótt, men eg síggi at tað ber bara ikki til um vit skulu hava trygdina í hásæti.
Hugburðurin tykist verða at 80km um tíman er so gott sum at standa stillur. Um eg koyri millum 80 og 90 er generelt tað at eg verið yvirhálaður, og tað er alt slag av fólki.
Nullhugsjón verður onging við hetta lag. Børn sum sita í bili har mamman koyrir 90, 100 og kanska meir, venjast við hetta og læra at hetta er í lagi, og tey hoyra mammu og pápa grenja um hesi sum koyra so seint.
bilstólarnar hava eitt “E” merkið á. Skal tað verða hægri enn “E3″ fyri at bilstólurin skal verða góðkendur ? og hvussu við bilstólinum frá COOP, eru teir ikki góðkendir at koyra við, sum nógv siga ??
Tvey tey fyrstu tølini undir/aftaná E-merkið skullu vera 03 ella 04. Loyvdu góðkenningarnar eita annars ECE R44-03 ella ECE44-04. Hetta eru ES-góðkenningar og skulu allir bilstólar, sum verða innfluttir til ella framleiddir í ES-londum lúka hesar treytirnar. So COOP og allir aðrir handlar hava bert loyvi at selja góðkendar stólar. Einastu ivamálini kunnu vera, um man keypir ein brúktan stól, sum er fleiri ára gamal. Tá er neyðugt at hyggja at góðkenningini.
Tað eru so nógv sløg av bilstólum á marknaðinum – í øllum prísklassum. Tað ber til at kanna á netinum fyrimunir og vansar við ymsu stólunum (t.d. her http://www.fdm.dk/nyheder/sikkerhed/er-dit-barn-sikret-test-af-autostole-2009). Størstan týdning hevur tað tó, at man finnur ein stól, ið eru lættur at festa ordiliga í bilinum.