Bilbelti

Minnist til bilbeltið

Bilbeltið minkar um vandan fyri at verða dripin ella skaddur við 50%, og er tí tann einfaldasta og munabesta trygdarútgerðin. Uttan mun til, hvørja framkomna trygdarútgerð nýggir bilar hava, hevur tað enn, sum áður, stóran týdning at minnast til trygdarbelti.

Minnist til beltið á stuttum ferðum
Flestu samanstoytirnir henda undir ferðing við undir 50 km/t, har sum bilbelti ger størstan munin. Bilbelti kann hava avgerandi týdning fyri, um tú kemur óskalaður frá óhappinum, ella tú gerst álvarsliga skaddur. Minst tí til at spenna bilbelti, eisini um tú bert fert ein stuttan túr.

Ferðafólk uttan bilbelti eru vandamikil
  • Øll í bilinum skulu sita í bilbelti. Ferðafólk uttan bilbelti eru til vanda fyri hini í bilinum. Um eitt óhapp hendir, verða tey sift runt í bilinum við stórari megi og kunnu skaða bæði seg sjálvi og onnur.
  • Góð ráð um trygga koyring í bilbelti
  • Sit ikki ov nær róðrinum.
  • Sit so upprættur sum gjørligt.