Nullhugsjónin

Ávegis til Nullhugsjónina

Tak álitið um Nullhugsjónina (2003) niður (3,4 mb pdf)

”Miðað verður eftir í framtíðini,
· at eingin skal doyggja ella fáa álvarligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini,
· at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið.”

Til tess at náa hesum máli verður sum skjótast farið undir at gera munagóðar og miðvísar ábøtur bæði á kommunalar vegir og landsvegir, so at teir alsamt verða tryggari.
Miðað eigur eisini framhaldandi at verða eftir, at akførini verða útgjørd við nýggjastu trygdarfyriskipanum, og at tey lúka fremstu trygdarkrøv.
Ferðslulógin má alsamt verða endurnýggjað, samstundis sum eftirlitið við ferðsluni verður styrkt.
Dentur eigur áhaldandi at vera lagdur á upplýsing og upplæring og at menna ein ferðslutryggan hugburð.

Ávegis stavnhald komandi 10 árini er:
· at miðaltalið á teimum, sum doyggja ella verða álvarliga meidd í ferðsluni í Føroyum, skal lækka í minsta lagi 40% komandi 10 árini.

Ferðsluvandamál, ið eiga at verða raðfest fremst

Við støði í teirri vitan, sum tey atkomuligu hagtølini og tær í kapitlunum 8, 9 og 10 umrøddu kanningar higartil hava veitt okkum, saman við royndunum í dagliga yrkinum, heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd, at størstu vandamálini í ferðsluni her á landi eru:

Vanlukkur, ið standast av, at 18 – 19 ára gamlir dreingir við koyrikorti stytta sær stundir í bili saman við javnaldrum og serliga gentum niður í 14 – 15 ára aldur. Tær allarflestu av hesum vanlukkum standast av tí, at bilførararnir eru óroyndir, og at ferðin mangan er alt ov stór. Í nógvum førum hevur rúsdrekka eisini verið nýtt.
Gongufólk, sum verða koyrd yvir. Serstakliga børn og eldri fólk.
Vantandi nýtsla av bilbelti. Hetta er galdandi fyri allar aldursbólkar. Mangan sæst, at ungir bilførarar, ið hava látið lív ella eru vorðnir avlamnir í vanlukku, sótu ikki í bilbelti.

Samanumtikið kann verða sagt um ferðsluvanlukkurnar í Føroyum, at tær tykjast at henda, tá ið fólk halda væl til standa, veðrið er gott, vegurin góður, bilurin góður – og so verður skyndilin trýstur í botn!

Ferðsluvanlukkur kosta Føroyum í miðal slakar 200 milliónir kr. um árið.