Endurnýggja koyrikortið

Sjón og hoyrn vikna við árunum og viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) versnar. Frá tí degi tú fyllir 70 ár, er tí neyðugt at endurnýggja koyrikortið við jøvnum millumbilum. Umsókn skal verða latin Akstovuni saman við nýggjari mynd av tær. Tað kostar 150 krónur.

Koyrikortið, ið verður endurnýggjað við 70 ára aldur er galdandi í fimm ár. Hareftir skal tað endurnýggjast við læknaváttan, og er tá galdandi í tvey ár í senn, til tú fyllir 80 ár. Hareftir er tað galdandi í eitt ár í senn. 

 

Les meira um endurnýggjan av koyrikorti á heimasíðuni hjá Akstovuni