Fyribyrging av vanlukkum av møði

Tað besta er, um tú leggur koyringina til rættis, so tú sleppur undan at koyra, tá tú ert ov lin/ur. Tú fyribyrgir vandamiklum støðum við at vera úthvíld/ur, tá túrurin byrjar, hava steðgir og at lata vera at koyra seint um náttina ella øgiliga tíðliga um morgunin.

Kennir tú teg móða/n, meðan tú situr við róðrið, mást tú ikki lata sum einki, og halda, at møðin fer av sær sjálvari. Tað kann gerast vanlukkuligt, tí tú veitst ikki, nær tú blundar, og tú kanst hava verið gáloysin leingi, áðrenn tú blundar. Tað hjálpir ikki at skrúva upp fyri tónleiki, lata upp vindeyguni ella at syngja. Tað einasta sum veruliga hjálpir móti møði er ein stuttur blundur á 15-20 minuttir. Steðga á í goðari tíð, áðrenn vandi er fyri, at tú sovnar.

 

Eisini eru vegatøkniligar og teknologiskar loysnir, sum kunnu vera við til at fyribyrgja vanlukkum sum henda orsakað av møði:

 

  • Rumlifoyrur í vegjaðaranum og millum farbreytirnar, sum er bæði bílig og effektivur háttur at sleppa undan hesum slagi av vanlukkum.

 

  • Ávaringarskipanir í bilum, sum kunnu boða bilføraranum frá, um hann gerst linur, meðan koyrt verður. Tað kann til dømis vera varnari, sum skrásetir broytingar í ’blunkirefleksinum’ hjá bilføraranum, ella sum mátar broytingar í frástøðuni til vegjaðaran.

 

  • Uttanlands eru summastaðni autoverjur millum farbreytirnar, sum eisini forða fyri vanlukkum orsakaðar av møði.