Revsing

Revsingin fyri at koyra ávirkað/ur av ólógligum heilivági í blóðinum er tongd at, hvussu ofta tú hevur gjørt misbrotið, og hvussu nógv tú ert ávirkað/ur.

 

1. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 3 ár, umframt at bót verður givin, um læknakanning vísir, at tú ert ávirkað/ur ’í lítlan mun’ ella meira. 2. ferð er treytaleysa frádømingin 5 ár, og 3. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 10 ár.

 

Kelda: løgreglan í Føroyum.