Á vetri

Stóru avbjóðingarnar í vetrarhálvuni eru hálka og kavi. Tí er neyðugt at laga seg til umstøðurnar. Ofta kemur hálkan óvart á okkum, og bilurin er ikki vetrarklárur. Og tá bilurin ikki er skøddur við vetrar- ella píkadekkum, økist vandin fyri ferðsluóhappi munandi.

Koyrir tú í hálku millum 1. desember og 30. apríl uttan vetrar- ella píkadekk, fært tú bót. Vetrardekk eru merkt við: ”M+S”, ”MS”, ”M&S”, ”M-S” ella ”Mud and Snow”. Mynsturdýpdin á vetrardekkum skal vera í minsta lagi 3 mm. Les meira um lógarásetingar viðvíkjandi dekkum her.

Píkadekk eru loyvd í tíðarskeiðnum: 16. okt. til 30. apríl.

Í Føroyum er ikki loyvt at brúka píkaketur.

Minka um vandan

Tú mást altíð kunna teg um koyrilíkindini, áðrenn tú fert av húsum.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her

Kanna eisini veðurforsøgnina fyri tað, sum eftir er av degnum, tí í Føroyum er veðrið sum kunnugt sera skiftandi.

  • Hygg, um tekin eru um frost á ruskspannum o.ø.

  • Lat bilin vera skøddan eftir umstøðunum.

  • Hav rætta lufttrýstið í dekkunum.

  • Tryggja tær, at viskarar og ísskavari eru góðir og hav nóg mikið av sprinklaraløgi í bilinum.

  • Skava kava og ís av bilrútum, speglum og lyktum, áðrenn tú fert avstað.

  • Eru tekin um kava ella frost, er gott at hava ein spaka í bilinum.

  • Far heimanífrá í góðari tíð.

  • Sit íbundin.

  • Koyr eftir umstøðunum og ikki ov skjótt.

  • Tað kann vera serliga hált á brúgvum, í vegbugum og niðarliga í brekkum. Eisini er ofta hálari í skugganum.

  • Brúka sólbrillur, tá sólin stendur lágt.

10 vetrarráð

1. Trygdarbelti

Tryggja tær, at øll í bilinum sita rætt íbundin. Trygdarbeltið má ikki liggja undir arminum, og mjadnabeltið skal liggja um mjadnarnar – ikki um búkin. Sit ikki í tjúkkum jakka, tí beltið má liggja so tætt at kroppinum, sum til ber. Trygdarútgerðin má brúkast rætt, um hon skal veita røttu trygdina. Tryggja eisini djór í bilinum.

2. Koyr varliga

Fylg ferðsluni. Yvirhála ikki óneyðugt. Tú sparir ikki so nógva tíð allíkavæl.

3. Bremsulongd

Koyrir tú í hálku, skalt tú koyra undir hámarkinum. Tað tekur eitt gott sekund frá tí, tú varnast ein vanda, til tú trýstir á bremsuna. Koyrir tú 80 km/t, nær bilurin at koyra heilar 24 metrar áðrenn. Á turrum asfalti er bremsulongdin 32 metrar við 80 km/t. Í hálku er bremsulongdin fýra ferðir so long - 128 metrar. Ivast tú í undirlagnum, kanst tú royna at bremsa við heilt lítlari ferð fyri at kanna, hvussu hált tað er.

4. Halt fjarstøðu

Halt góða fjarstøðu til bilin frammanfyri. Laga ferðina til umstøðurnar og gev týðilig tekin við at blinka í góðari tíð, so bilførarin aftanfyri fær lagað koyringina eftir tí.

5. Fartelefon

Hav eina lødda fartelefon við tær.

6. Fullan bil

Koyrieginleikarnir hjá bilinum broytast, tá hann er fullur við viðføri og øðrum. Koyrir tú tá í hálku og við nógvari ferð, kann tað vera ringt at hava tamarhald. Legg tyngstu lutirnar niðast og helst langt fram í viðførisrúminum.

7. Leysir lutir

Leysir lutir kunnu verða lívsfarligir við bráðsteðgi. Ein lutur, sum vigar 2 kilo, vigar við 70 km/t í bráðsteðgi 110 kilo. Tí skalt tú ongantíð hava leysar lutir í bilinum.

8. Ávaringartríkantur og endurskinsvestur

Lat ávaringartríkantin vera lætt atkomuligan, gjarna í lummanum aftan fyri førarasetrið. So er lætt at sleppa til hann, skuldi tú verið árend/ur aftanífrá, og viðførisrúmið verið blokerað. Minst til endurskinsvestin, tá tú fert úr bilinum, serliga tá sýnið er vánaligt.

9. Ávaringarljós

Tendra ávaringarljósini, um tú mást steðga, so onnur síggja, at bilurin stendur stillur.

10. Teppi

Hav eitt teppi liggjandi í bilinum. Verður tú fastur í kava, er teppið hent, til hjálpin kemur fram