At renna í ferðsluni

Tað er sunt at renna, men tað kann skjótt gerast vandamikið at renna, har ferðsla er. Tí er umráðandi, at tú plaserar teg rætt, og at tú sæst, tá tú rennur tær ein túr.

Somu ferðslureglur galda, tá tú rennur, sum tá tú ert til gongu. Tað merkir, at tú skalt renna á gongubreytini, um gongubreyt er. Tú kanst einans vera á súkklubreyt ella vegi, um eingin gongubreyt ella egnaður vegjaðari er. Noyðist tú at renna á súkklubreytini ella á vegnum, so renn vinstrumegin – ímóti ferðsluni. So sært tú bilarnar, sum koma ímóti tær.

Tá tú rennur í myrkri

  • Ver í ljósum klæðum. Tað er at kalla ógjørligt at síggja svørt klæði á einum myrkum vegi. Dámar tær ikki ljósar buksur, far so í einar við t.d. neonlittum strípum ella við endurskinum.

  • Tryggast er at vera í endurskinsvesti uttanyvir rennijakkan. Yvirkroppurin er ein stórur flati og sæst tískil væl. Nýtir ein bilførari fjarljós, sær hann endurskinsvestin úr 400 metrum. Við nærljósum sæst vesturin úr 140 metrum.

  • Skilagott er at brúka endurskinsbond um beinini, tí billyktirnar raka væl har. Av tí at beinini flyta seg nógv, síggjast endurskinsbondini væl. Harumframt er gott at hava endurskin um armarnar og á rygginum.

  • Endurskin á skónum missa vanliga skjótt virknaðin, tí tey verða lættliga skitin.

  • Brúka bara pannulykt, um tú hevur brúk fyri at síggja betur. Hoppandi ljósið kann ørkymla bilførarar.

  • Brúkar tú LED-ljós, mást tú minnast til at skifta battaríið javnan, so ljósstyrkin er nóg góð.