Klippikortsskipanin

Klippikortsskipanin er ein skipan, har álvarsom brot á ferðslulógina verða revsað við klippi í koyrikortið. Klippikortið er galdandi fyri øll akfør, sum krevja koyrikort.

Klippikortið vendir sær móti bilførarum, sum ferð eftir ferð fremja álvarssom brot á ferðslulógina. Fært tú 3 klipp innan fyri 3 ár, fært tú eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Hvat er eitt klipp, og hvussu leingi geldur tað?

Eitt klipp er ein skráseting av einum ferðslulógarbroti í telduskipanini hjá politinum. Eitt klipp er galdandi frá tí degi brotið er framt og 3 ár fram. Eftir hetta verður klippið strikað. T.v.s. at øll klipp leypandi ganga út.

Tá tú fært eitt klipp, fært tú eisini eina bót fyri brotið – á sama hátt sum áður. Klippikortið kemur sostatt ikki í staðin fyri aðrar ásetingar.

Verður lógarbrotið, sum hevur við sær klipp í koyrikortið, framt í sambandi við eitt ferðsluóhapp, ella um brotið setti onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

Nýggir bilførarar

Hevur tú havt koyrikort í styttri enn 3 ár, herdast reglurnar. Fært tú tvey klipp í koyrikortið innan 3 ár, missir tú koyrikortið. Tað merkir, at tú skalt til eina eftiransandi koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

Fleiri klipp samstundis

Fremur tú fleiri brot á ferðslulógina samstundis, kanst tú fáa fleiri klipp í senn. Brýtur tú t.d. hámarksferðina og yvirhálar við gonguteig, fært tú 2 klipp. Fremur tú 3 lógarbrot, fært tú 3 klipp, og koyrikortið verður frádømt treytað.

Fært tú t.d. 5 klipp samstundis, hava 3 teirra við sær, at koyrikortið verður frádømt treytað. 4. og 5. brotið telja sum 2 klipp í einum nýggjum 3 ára skeiði. Fremur tú 6 brot samstundis, verður koyrikortið frádømt treytaleyst í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetur.

Revsing

Revsingin kann vera, at koyrikortið verður frádømt treytað ella treytaleyst, ella at tú fært koyriforboð.

Fært tú 3 klipp í koyrikortið í eitt 3 ára tíðarskeið, verða tíni koyrirættindi frádømd treytað. Tað merkir, at tú skalt til eina eftiransandi koyriroynd innan 3 mánaðir fyri at varðveita koyrikortið.

Alt eftir hvussu nógv lógarbrot, tú fremur og út frá møguligum áður framdum brotum á ferðslulógina, kunnu tíni koyrirættindi eisini verða frádømd treytaleyst. Tú kanst fáa koyrirættindini aftur, tá frádømingartíðarskeiðið er farið, og tú hevur staðið eina eftiransandi koyriroynd.

Lastbilar og bussar

Hetta er eisini galdandi fyri lastbilar og bussar. Tó eru reglurnar um brot á ferðmarkið fyri akfør við heildarvekt yvir 3.500 kg, harðari enn fyri persónbilar. Koyrir tú við 16 km/t oman fyri loyvda ferðmarkið við heildarvekt yvir 3.500 kg, fært tú eitt klipp í koyrikortið.

Tú fært ikki eitt klipp, t.d. fyri at koyra við yvirlessi, men kann í staðin fáa eina herda bót og treytaða frádøming av koyrikortinum.

Klipp í koyrikortið

Tú fært klipp í koyrikortið fyri álvarslig brot á ferðslulógina, sum tó ikki í sær sjálvum hava við sær frádøming av koyrirættindunum, men sum kunnu vera vandamikil fyri ferðsluna. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl.

Tú fært klipp um tú

  • brýtur hámarksferðina fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira
  • brýtur hámarksferðina fyri tungt akfar við 16 km/t ella meira
  • koyrir fram við reyðum ljósi
  • koyrir ov nær bilin frammanfyri
  • koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar
  • broytir farleið og støðu, fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni
  • vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni
  • brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling
  • økir ferðina, tá onkur annar yvirhálar teg
  • koyrir vandamikla slalom-koyring
  • yvirhálar við gonguteig
  • ikki syrgir fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina
  • ikki syrgir fyri, at børn millum 8-15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu
  • koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni
  • koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella fer um hindursstriku
  • brýtur ásetingar um víkiskyldu

Bert omanfyri nevndu brot geva klipp.

Er eitt brot, sum klippikortsskipanin fevnir um, framt í sambandi við ferðsluóhapp, ella um brotið setti onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

3 klipp
innan 3 ár

Fært tú 3 klipp innan 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað. Tað merkir, at tú skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði teori og koyring fyri ikki at missa koyrikortið.

Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni fyri styttri enn 3 árum síðan, skalt tú leggja til merkis, at reglurnar eru herdar fyri teg. Tá fært tú eitt koyriforboð longu aftan á 2 klipp innan 3 ár.

Einstøku evnini, sum tú kanst fáa klipp fyri:

Brot á ferðmarkið við ávikavist 21 km/t og 16km/t og meira

Tú fært eitt klipp, um tú við t.d. persónbili ella vørubili undir 3.500 kg heildarvekt koyrir 21 km/t oman fyri loyvda ferðmarkið. Støddin á bótini hongur saman við ferðini.

Tú skalt altíð laga ferðina eftir umstøðunum. Hvussu er sýnið? Hvussu er veðrið? Hvussu er vegurin at koyra á? Hvussu er bilurin at koyra? Hevur tú nógv í lastini?

Í talvuni niðanfyri sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsað:

klippikort

Um tú koyrir framvið reyðum ljósi (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp fyri at koyra framvið reyðum ljóssignali.

Koyrir tú við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar (§ 29a, stk. 3, 1. pkt.)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir ov nær bilin frammanfyri.

Tað er ikki ásett nakað fast mark fyri, hvussu stór fjarstøðan skal vera við ymiskari ferð. Lógin sigur, at fjarstøðan til bilin frammanfyri skal vera so mikið stór, at vandi ikki er fyri ákoyring, um bilurin frammanfyri steðgar ella minkar um ferðina.

Ásetingin um at hava eina trygga fjarstøðu er galdandi á øllum vegum. Tú fært tó ikki klipp fyri t.d. at standa í einum bilaraði, ella um ein annar bilur knappliga koyrir inn beint framman fyri teg. Klippikortið vendir sær meira móti ferðandi, sum við høgari ferð leggja seg tætt aftan fyri ein bil og harvið leggja trýst á viðkomandi. Politiið metir í hvørjum einstøkum føri um málini, undir hesum um koyringin førir við sær frádøming av koyrikortinum ella klipp.

Politiið kann nýta videoupptøkur frá ómerktum politibilum sum prógv í slíkum málum.

2-sekunds-reglan

Ein góður máti at minna seg á hesa áseting er, at tað í minsta lagi skal vera ein fjarstøða svarandi til 2 sekund til bilin frammanfyri.

Koyrir tú vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar (§ 29a, stk. 4)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir vinstrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar og skákateigar.

Tú skalt halda teg høgrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar, skákateigar og tílíkt, ið er á akbreytini. Tú kanst tó koyra vinstrumegin við, um tað er tilskilað við merking, ella um vegurin er einvegis.

Broytir farleið og støðu v.m. (§ 29b, stk. 2 og § 29d, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú broytir farleið og støðu til vanda og óneyðugan bága fyri onnur.

Tú skal tryggja tær, at tað, tú gert, kann henda uttan vanda ella óneyðugan bága fyri onnur, tá tú:

  • sneiðir á krossvegi
  • fert avstað frá vegjaðara
  • skiftir um farbreyt
  • á annan hátt førkar akfarið til viks
  • steðgar ella minkar um ferðina
  • vendir ella bakkar

Brýtur tú ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling (§ 31a, stk. 1-3 og § 31c)

Tú fært eitt klipp, um tú brýtur ásetingarnar um yvirháling.

Um tú ætlar at yvirhála, skalt tú tryggja tær:

  • at tað er vandaleyst
  • at tað er fríur bani
  • at bilurin frammanfyri ikki ætlar at yvirhála
  • at bilurin aftanfyri ikki er í ferð við at yvirhála
  • at tað er gott pláss framman fyri bilin frammanfyri

Yvirháling fer sjálvandi fram vinstrumegin. Tó skalt tú yvirhála høgrumegin, um bilurin framman sneiðir til vinstru.

Økir tú ferðina, tá onkur yvirhálar teg (§ 31b, stk. 1)

Tú fært eitt klipp, um tú økir ferðina, tá onkur yvirhálar teg.

Koyrir tú vandamikla slalom-koyring og framvið-koyring í tættari ferðslu (§31d, stk. 1)

So fært tú bót. Og er ferðslan tøtt og koyrir í fleiri røðum, soleiðis at ferðin verður avgjørd av teimum framman fyri teg, mást tú ikki skifta farbreyt, uttan so er, at tú skalt:

  • sneiða á krossvegi
  • sneiða av akbreytini uttan fyri krossveg
  • sneiða av á avkoyringarbreyt
  • sneiða inn á vegin frá tilkoyringarbreyt
  • steðga ella parkera

ella um

  • talið av farbreytum minkar, tvs. farbreytirnar flætta saman.

Yvirhálar tú við gonguteig (§ 31e)

So fært tú eitt klipp.

Tá tú nærkast einum gonguteigi, mást tú ikki yvirhála ella koyra framvið annað akfar, um so er, at hetta akfar forðar fyri fullum útsýni yvir gonguteigin.

Um tú ikki syrgir fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina (§ 42, stk. 6)

Tú fært eitt klipp, um tú sum førari ikki syrgir fyri, at ferðandi í bilinum undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina í bilinum.

Børn, sum eru fylt 3 ár, men enn ikki 7 ár, kunnu í staðin nýta barnastól. Saman við trygdarbeltinum kann selakoddi brúkast.

Tú fært eit klipp:

  • um tú hevur ein ella fleiri ferðandi undir 15 ár, sum ikki eru spent í trygdarbelti

Í bilum uttan belti ella aðra serliga tillagaða útgerð á baksetrinum:

  • um tú koyrir børn undir 3 ár í einum bili uttan trygdarbelti ella aðra serliga tillagaða útgerð á baksetrinum, fært tú ikki eitt klipp fyri hetta.

Serásetingar fyri hýruvognar

Í einum hýruvogni er tað tín ábyrgd, at ferðandi í bilinum undir 15 ár eru spent í trygdarbelti. Men tað er ikki krav um, at børn undir 3 ár eru spent føst í serliga tillagaða útgerð, uttan so er, at hetta er í hýruvogninum.

Serásetingar fyri bussar

Bussførari í bili / bussi, sum er góðkendur til 10 persónar ella fleiri, føraran íroknaðan, fær ikki eitt klipp ella bót, um ferðandi undir 15 ár í bilinum / bussinum ikki eru spent føst, treytað av, at førarin hevur kunnað ferðafólkini um, at tey skulu nýta belti. Kunningarskyldan kann verða fylgd við 3 ymiskum møguleikum:

  1. Bussurin er útgjørdur við serligum piktogrammi, ið upplýsir um beltaskylduna.

  2. Førarin sigur tað við ferðafólkini.

  3. Skyldan verður víst á sjónvarpsskíggja í bussinum.

Ferðafólk millum 8–15 ár á motorsúkklu (§ 42a, stk. 2)

Tú fært eitt klipp, um tú ikki syrgir fyri, at ferðafólk millum 8 og 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu ella í síðuvogni.

Børn undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni (§ 43, stk. 4, 2. pkt.)

Tú fært eitt klipp, um tú hevur børn, sum ikki eru fylt 8 ár, á motorsúkklu ella í síðuvogni til motorsúkklu.

Koyrir tú í mótkoyrandi farbreyt (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir móti ferðslurætninginum. T.d. um tú koyrir í skeivari síðu av vegnum ella í mótkoyrandi farbreyt.

Fer um hindrunarstriku undir yvirháling (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú fert um hindrunarstriku undir yvirháling. Bót: Hindrunarstrika merkir, at tú ikki má krossa ”adskillelsen” millum farbreytir, heldur ikki tá vent verður, sneiðing á krossvegi, koyring inn á eina ogn ella líknandi.

Er tað neyðugt at fara um hindrunarstriku, t.d. orsakað av vegarbeiði ella steðgaðum ella parkeraðum bili, kanst tú tó við varsemi fara um hindrunarstriku.

Víkiskylda (§ 32, stk. 2 – 4 og 6)

Tú fært eitt klipp, um tú brýtur ásetingarnar um víkiskyldu.

Tað finnast trý sløg: Treytaleys víkiskylda, høgravíkiskylda og vanlig víkiskylda.

Treytaleys víkiskylda

Tú hevur treytaleysa víkiskyldu (tvs. at tú skalt halda av fyri ferðslu frá báðum síðum) við:

  • STOP-skelti / steðgilinju. Tú skalt steðga heilt á, áðrenn tú koyrir víðari
  • Trýkantskelti (hávatenn-skelti)
  • Hávatenn (víkilinju)
  • Koyring inn í rundkoyring
  • Tá tú koyrir út frá parkeringsøki, ogn ella grundøki, bensinstøð ella øðrum líknandi øki uttan fyri veg, frá gøtu, gonguvegi, dyrkivegi ella líknandi og fyri alla útkoyring frá vegi, sum fer um gongubreyt, súkklubreyt ella síðuøksl, sum er hækkað í mun til akbreytina á tí vegi, sum tú koyrir inn á.

Vanliga eigur tú ikki at ivast í, um tú skalt halda av fyri ferðslu frá báðum síðum.

Bilførarar hava harumframt víkiskyldu fyri súkklum og prutlum og mótkoyrandi ferðslu í sambandi við høgra- og vinstrasving.

Høgravíkiskylda

Høgravíkiskylda er eyðkend av, at tað hvørki eru skelti ella merking á vegnum. Høgravíkiskylda merkir, at tú skalt halda av fyri ferðslu, sum kemur frá høgru.

Vanlig víkiskylda

Her á landi, hava vit harumframt eina triðju víkiskyldu, nevnliga vanlig víkiskylda, har tann, ið kemur frá vegi við lítlari ferðslu, fer inn á ella tvørtur um veg, sum eyðsæð er meira týðandi, so skal tann, sum kemur frá tí minna vegnum, í góðari tíð minka um ferðina og í hóskandi mun sleppa ferðsluni á tí størra vegnum fram.

Treytað frádøming

Ein treytað frádøming av koyrirættindunum merkir, at tú kanst varðveita rættin at koyra bil, treytað at tú:

  • stendur eina eftiransandi koyriroynd, t.v.s. teori og koyring, áðrenn 3 mánaðir eru farnir, síðani tú tók við dóminum ella vart dømd/ur.

  • innan komandi 3 árini ikki brýtur ásetingar í ferðslulógini, sum hava við sær treytaða ella treytaleysa frádøming. Hesi 3 árini eru sostatt at rokna sum royndartíð.

Um tú í royndartíðini fremur eitt nýtt brot, sum av sær sjálvum “bara” førir við sær eina treytaða frádøming, so verður koyrikortið frádømt treytaleyst í minsta lagi 6 mánaðir.

Stendur tú ikki royndina, verður koyrikortið inndrigið

Stendur tú ikki eftiransandi koyriroyndina, verður koyrikortið inndrigið. Og tað er óansæð, um tú ikki stendur teoriina ella koyringina. Tú kanst í fyrsta lagi fáa koyrikortið aftur, tá tú bæði hevur staðið teoriroyndina og verkligu koyriroyndina.

Hvat kostar tað?

Tað kostar 550 kr. at fara upp til eina eftiransandi koyriroynd eftir eina treytaða frádøming. Umframt tað skalt tú rinda fyri lán av einum góðkendum skúlavogni til koyriroyndina og møguliga frálæru á einum koyriskúla.

Hevur tú koyrikort til fleiri bólkar og ikki stendur royndina 3. ferð

Um tú hevur koyrikort til meira enn ein koyrikortsbólk og ikki stendur royndina 3. ferð á rað, fær tað stórar avleiðingar: Tú missir rættin til allar koyrikortsbólkar og skalt endurtaka hvønn bólk einsæris. Tvs. at tú skalt standa teori og koyring í øllum koyrikortbólkum, sum tú ynskir at endurtaka.

Koyriforboð

Klippikortið er strangari fyri nýggjar bilførarar, sum hava havt koyrikort styttri enn 3 ár. Ert tú nýggjur bilførari, fært tú koyriforboð, um tú fært 2 klipp í koyrikortið innan fyri 3 ár.

Fært tú koyriforboð, skalt tú lata koyrikortið frá tær. Tú kanst í fyrsta lagi koyra bil aftur, tá tú hevur:

  • havt 7 ástøðistímar og 8 koyritímar hjá einum koyrilærara og

  • staðið eftiransandi koyriroynd, t.v.s. bæði teori og koyring

 Tú mást sjálv/ur rinda fyri frálæru og roynd.

Ásetingin um 2 klipp er galdandi, til tú hevur havt koyrikort í 3 ár. 

Treytaleys frádøming

Treytaleys frádøming merkir, at tú missir rættin at koyra bil í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetur – í minsta lagi 6 mánaðir. Tá frádømingartíðarskeiðið er av, skalt tú standa teori og koyring fyri at fáa koyrikortið aftur.

Tá tú hevur fingið koyrikortið aftur, hevur tú royndartíð í eitt tíðarskeið, sum rætturin ásetur (frá 3 árum og uppeftir).

Hvat er royndartíð?

Um tú í royndartíðini fremur eitt brot, sum vanliga hevði givið eina treytaða frádøming, so fært tú í staðin frádømt koyrikortið treytaleyst í minsta lagi 6 mánaðir.

Tað kann sostatt ganga long tíð frá, at tú fært eina treytaleysa frádøming, til talvan er vaska fullkomiliga rein.