Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027

Ferðslutrygdarætlanin 2019-2027 byggir víðari á stóra arbeiðið, sum undanfarnu 'Álit um Nullhugsjón' og 'Ferðslutrygdarætlan 2008-2015' hava lagt lunnar undir.

Nýggja ferðslutrygdarætlanin varð handað landsstýrismanninum í Samferðslumálum á ársins longsta degi, tann 21. juni 2019.

Í nýggju ferðslutrygdarætlanini eru nýggj yvirskipaði mál og tilmæli til tess at koma nullhugsjónini enn nærri.

Yvirskipaða málið er, at talið av ferðsluóhappum við fólkaskaða skal vera 30% lægri í 2027 í mun til 2018. Við støði í 8 ymiskum fokusøkjum eru 70 ymisk tilmæli til, hvussu málið kann røkkast. Fyri hvørt teirra er ásett hvør stovnur ella myndugleiki hevur ávirkan á, at júst hetta tilmæli kann fremjast. Hetta soleiðis at øll, sum vara av - myndugleikar, stovnar og allir føroyingar - taka ferðslutrygdarætlanina 2019-2027 til sín.

Tey 8 fokusøkini

  1. Ov nógv ferð

  2. Rúsdrekka, rúsevni og heiligváur

  3. Gáloysni

  4. Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi

  5. Bleyt ferðsla

  6. Ungir bilførarar frá 18-24 ár

  7. Møtióhapp og stakóhapp

  8. Ferðafólk

Av teimum 70 tilmælunum verða serliga tey trý fyrstu mett at hava sera stóran týdning, fyri at røkka yvirskipaða málinum í ferðslutrygdarætlanini. Hesi eru:

  1. Skaðakanning

  2. Hagtøl

  3. Reglulig endurskoðan av ferðslutrygdarætlanini

    Ferðslutrygdarætlanin kann takast niður her.

Álit um nullhugsjón

nullhugsjon.klipt.mynd.jpg

Á álitinum, 'Ávegis til Nullhugsjónina' er hópur av viðkomandi upplýsingum um ferðslu í Føroyum og ein langur listi av tilmælum um, hvussu ferðslan kann gerast tryggari.

Høvuðstilmælið til løgtingið er soljóðandi: “Miðað verður eftir í framtíðini, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, og at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið.”

Til tess at røkka hesum máli eigur at verða farið undir at gera munagóðar ábøtur á kommunalar vegir og landsvegir. Miðast skal eisini eftir, at akfør altíð skuldu lúka fremstu trygdarkrøv, at ferðslulógin áhaldandi verður endurnýggjað, og at eftirlitið við ferðsluni verður styrkt. Eisini skal dentur áhaldandi verða lagdur á at upplýsa fólk um ferðslutryggan hugburð.

Petur Jacob Sigvardsen og Jón Kragesteen greiddu álitið um Nullhugsjón úr hondum. Álitið var liðugt í mars 2003.

Tak niður Álitið um Nullhugsjónina.

Ferðslutrygdarætlan 2008-2015

Fyrsta Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar byggir á sama mál, ið er sett fyri Visjón 2015-ætlanina hjá Føroya Landsstýri. Í aðalmálinum fyri infrakervið verður staðfest, at tað skal vera trygt at ferðast í Føroyum. Í partsmálinum fyri verður staðfest, at tað skal vera trygt at ferðast í Føroyum.

Nullhugsjónin

Nullhugsjónin leggur upp til, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í føroysku vegaflutningsskipanini. Væl vitandi, at ein slík hugsjón ikki gerst veruleiki frá degi til dags, er tí neyðugt at seta deilmál fyir at náa evsta málinum. Sí Álitið um Nullhugsjónina.

Ferðsluna noyðast øll, børn sum vaksin, at ferðast í fyri at virka í samfelagnum. Tað er ikki møguligt at velja ferðsluna frá, og tí er tað uppgávan hjá myndugleikunum at virka fyri, at møguleikarnir fyri at flyta seg gerast so tryggir sum gjørligt.

Í Ferðslutrygdarætlanini 2008-2015 standa uppskot til tiltøk til at gera føroysku ferðsluna tryggari. Ferðslutrygdarætlanin gongur út í 2015. Væntandi fer Vinnumálaráðið at seta arbeiðsbólk at dagføra hana í næstum.