Til eldri
Eldri fólk hava vanliga ikki ein vandameiri atburð enn onnur í ferðsluni. Tey hava drúgvar royndir og eru ofta ógvuliga varin í ferðsluni. Ert tú veik/ur ella sjúk/ur, kann tað tó ávirka atburðin í ferðsluni. Tí er umráðandi, at onnur vísa serlig atlit til eldri fólk í ferðsluni - til gongu, á súkklu, í bussi og í bili.
Niðanfyri kanst tú lesa nærri um ymiskt, ið er viðkomandi fyri eldri.
Slepp undan óhappi
- Far tvørtur um vegin á tryggum staði. Minst til, at stytsta leið er ikki altíð tryggasta leið.
- Gongur tú spakuliga, far so til gongu, beint sum ljósið verður grønt í gonguteigi við ljóskurv.
- Skiftir ljósið til reytt, meðan tú ert á gonguteiginum, halt fram tvørturum.
- Tú ert sjónligari í ljósum klæðum, tá tað er myrkt.
- Brúka endurskin í myrkri.
- Halt teg kropsliga virkna/n.
- Slepp tær undan hálum gongubreytum.
Dett ikki
Nógv eldri fólk kenna seg ótrygg at ganga á gongubreyt, har undirlagið er ójavnt ella ljósið er vánaligt. Til ber, í ávísan mun, at fyribyrgja falli:
- Um undirlagið er javnt uttan hol og ójavnar flísar
- Um eingi skelti, súkklur og annað standa á gongubreytini, so trupult er at sleppa framvið
- Um ljósið er gott
Tú kanst seta teg í samband við teknisku deild hjá kommununi, um tú heldur, at ávísar gongubreytir hava tørv á ábótum.